Innanlands

Fýra milliónir krónur til bankarnar og landið frá metgóðum Elektron-úrsliti

Ársroknskapurin hjá Elektron vísir eitt avlop upp á 15,7 milliónir krónur etir skatt. Hetta er besta úrslitið síðani felagið varð stovnað fyri gott 57 árum síðani

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-03 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársroknskapurin hjá Elektron er júst almannakunngjørdur. Eftir nøkur ár við broytingartilgongdum og smærri rakstrarligum yvirskotum, kundi Elektron á aðalfundi í gjár tann 1. juni framleggja besta rakstrarliga úrslit higartil. 

Úrslitið fyri 2021 varð heilar 15,7 mió.kr. eftir skatt. Av úrslitinum verða 4 mió.kr. goldnar eigarunum í vinningsbýti, sigur Elektron í tíðindaskrivi.

Tað eru bankararnir og Føroya Landstýri.

Bruttoúrslitið var 60,6 mió.kr. í 2021. Hetta er ein hækking upp á 6,8 mió.kr. í mun til árið fyri. 

Fyritøkan er fíggjarliga væl fyri og hevði við árslok ein tøkan pening á 12,8 mió.kr. og onga rentuberandi skuld. Fíggjarstøðan javnvigar við 57,3 mió.kr. og eginognin var 34,5 mió.kr., ið svarar til ein solvens upp á 60 prosent.

60 fólk starvast á Elekstron sum var stovnað fyri skjótt 57 árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder