
Verulig innrás í Elduvík gjáramorgunin. 190 cruise-gestir frá ferðamannaskipinum Fram vitjaðu í bygdini, og vitjanin var væl eydnað, sigur Runavíkar Havn.
Vitjanin er løgd til rættis í tøttum samstarvi millum bygdafólkið, Visit Runavík og Runavíkar Havn. Tá tikið verður ímóti ferðamannaskipum í smáu bygdunum Elduvík og Funningi verður ein serstakur leistur fylgdur, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak. Í mesta lagi trý skip verða loyvd inn á Elduvík um árið.
Seinasta ferðamannaskipið, ið vitjar í Elduvík í ár, kemur mánadagin 3. oktobur.
Áðrenn fyrstu ferðafólkini komu í land, varð havnarmeistarin, Brandur Højgaard, sigldur umborð á ferðamannaskipið Fram, sum lá fyri akker beint uttanfyri Elduvík. Vanligt er, at býta um plattar, tá eitt ferðamannaskip vitjar eina havn fyrstu ferð, eitt sonevnt “Maiden Call”. Runavíkar Havn handaði skipinum ein platt úr føroyskum gróti, og skipið handaði somuleiðis ein platt við mynd av skipinum.
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)
-
(Mynd: Runavíkar Havn)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald