Mentan

Trom fekk tvær gyltar dísar

Føroyska filmsrøðin fekk tvær virðislønir á Monte-Carlo Television Festival

Olaf Johannesen, Torfinnur Jákupsson, Maria Rich og Ulrich Thomsen við báðum dísunum (Mynd av Instagram)

Olaf Johannesen, Torfinnur Jákupsson, Maria Rich og Ulrich Thomsen við báðum dísunum (Mynd av Instagram)

2022-06-22 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska sjónvarpsrøðin Trom kundi fara heim við tveimum Golden Nymph-virðislønum úr Monte-Carlo Television Festival, ið júst hevur verið hildin.

Danski høvuðsleikarin Ulrich Thomsen varð heiðraður við gyltu dísini sum besti leikari, og so fekk føroyska sjónvarpsrøðin eisini serligu virðislønina “Jury Special Prize”.

Seks virðislønir verða latnar á Monte-Carlo Television Festival. Enska røðin “The Tourist” varð kosin besta sjónvarpsrøð og “best creation” meðan týski “Martha Liebermann” varð kosin besti filmur. Høvuðsleikarin í hesum filminum, Thekla Carola Wied, varð kosin besti kvinnuligi leikari. 

[object Object]Torfinnur Jákupsson, Olaf Johannesen og Ulrich Thomsen hómast á aftaru røð aftan fyri Albert prins av Monako (Mynd av Instagram)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder