Innanlands

Norðurlendsk lesandi á summarskeiði á Føroyamálsdeildini

21 universitetslesandi norðurlendingar eru í hesum døgum á summarskeiði á Setrinum, har tey kunna seg um føroyskt mál, mentan og bókmentir

(Mynd: Iben Nyholm Debess/Setur.fo)

(Mynd: Iben Nyholm Debess/Setur.fo)

2022-06-22 22:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum eru 21 universitetslesandi norðurlendingar á summarskeiði á Setrinum, har tey kunna seg um føroyskt mál, mentan og bókmentir

Tey koma úr Grønlandi, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og úr Finnlandi og hava tað til felags, at tey lesa á universitetum í Norðurlondum, skrivar Fróðskaparsetrið.

Skeiðið, sum Føroyamálsdeildin skipar fyri, varar tríggjar vikur.

Talan er um afturvendandi summarskeið, sum kallast Nordkurs, og sum øll Norðurlond skipa fyri heima hjá sær sjálvum. Í meira enn 60 ár hava slík skeið verið hildin fyri at geva lesandi møguleika fyri at nema sær nærri kunnleika við onnur norðurlendsk mál, bókmentir og mentan, og meira enn 300 lesandi luttaka hvørt ár.

Nordkurs verður stuðlað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder