Innanlands

Gróðurseta viðurlundina á Argjum

Tórshavnar kommuna bjóðar í hesum sambandi øllum borgarum í økinum til ein arbeiðsdag leygardagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-22 22:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú byrjar arbeiðið at gera viðarlundina á Argjum, og í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum í økinum at vera við til ein arbeiðsdag, har viðurlundin verður gróðursett.

Tað verður leygardagin 25. juni.

Dagurin fer at byrja við kaffi og onkrum afturvið í skúlanum á Argjahamri klokkan 10. Síðani verður farið út á økið at gróðurseta, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kommunan heitir í hesum sambandi á fólk um at taka egnan spaka við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder