Uttanlands

Barack Obama vitjar í Kenya

Fyrrverandi amerikanski forsetin vitjar í Afrika, og er nú komin til heimlandið hjá pápa sínum

Mynd: Twitter

Mynd: Twitter

2018-07-15 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, er komin til Keyna, landið har pápi hansara, eisini nevndur Barack Obama, varð føddur, og har hann enn hevur familju.

Hetta er fyrstu ferð Barack Obama vitjar Kenya, síðan hann flutti úr Hvítu Húsunum í januar í fjør, skrivar TV2.

Obama varð føddur í Hawaii av einari hvítari mammu úr Kansas, og hann kendi ikki pápa sín serliga væl, og teir báðir møttust bert einaferð, tá Obama var barn

Nógv fólk í Kenya rokna Obama sum ein landsmann, sum ein av teimum, hóast hann ongantíð hevur búð í landinum, og eru tey sera errin av honum, og tað hann hevur megnað.

Listafólk hava málað myndir av Obama í gøtunum í heimbýnum hjá pápa hansara, og summi skeinkistøð hava lýst við "Obamabryggj". Á Twitter eru fólk í Kenya farin at nýta hashtaggið "Obamareturns og #Obamakaributena, sum á swahili merkir "Obama, væl afturkomin".

Obama hevur hitt forsetan Í Kenya, Uhuru Kenyatta (mynd), og andstøðuleiðaran Raila Odinga, umframt onnur embætisfólk.

Í morgin er ætlanin, at Obama skal vitja heimbýin hjá pápa sínum, Kogelo, í Siaya-landspartinum, har hann skal luttaka í upplatingini av yrkis- og ítróttardeplinum, ið systir hansara, Auma Obama, hevur sett á stovn. Har eru settir stórskíggjar upp kring Siaya, so øll kunnu fylgja við.

Depilin fer m.a. at veita útbúgving til ung.

Í morgin flýgur Obama eisini víðari til Suðurafrika, har hann týsdagin skal halda røðu í Johannesburg til minnis um apartheidsstríðsmannin og forsetan Nelson Mandela, sum týsdagin hevði blivið 100 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder