
(Videoupptøka: Hans Terje Vestergaard)
Eini 60 áhoyrarar vórðu í kvøl møttir upp at hoyra niðurstøðuna hjá Runavíkar býráði í kvøld. Nú skuldi støða takast um nógv umrøddu svimjihøllina.
Tað eru góð 60 ár síðani málið fór í gongd, og síðani 2016 eru pengar settir av til fyrireiking av svimjihøllini. Svimjihøllin hevur verið nógv umstrídd í økinum, av tí at hon bleiv so nógv dýrari enn ætlað.
Endaligi kostnaðurin gjørdist 165 milliónir.
Orðaskiftið um málið vardi í góðan tíma, og so var atkvøtt. Átta fyri og tvey ímóti. Fýrverk varð skotið uttan fyri býráðssalin eftir fundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald