placeholder
Innanlands

Nordic Adventure Race 2022 kom til Kvívíkar í gjár

36 norðurlenskir skótar kappaðust um at gera bestu træbrúnna um ánna niðanfyri húsinum hjá KFUM-skótunum og síðani varð gist í 'bivakkum', sum vórðu riggaðir til í skótagarðinum og millum trøini í prestagarðinum á Kirkuteigi í Kvívík. Hetta var partur av postarenning, í føroysku náttúruni, ið varðir í eina viku

2022-07-01 14:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, hóskvøldið, var rættulig rokan í ánni niðanfyri húsinum hjá KFUM-skótunum í Kvívík, har 36 norðurlenskir skótar kappaðust um at gera bestu træbrúnna um ánna. Hetta er partur av norðurlenska skótaleguni Nordic Adventure Race 2022, sum er skipað sum postarenning í føroysku náttúruni.

Luttakararnir eru úr Noregi, Svøríki, Finland, Danmark og Føroyum í aldrinum 13 til 17 ár. Á leguni eru tey skipaði í seks skótapatruljur, har hvør einstøk patrulja hevur luttakara úr minst trimum londum.

Legan byrjaði í Havnadali 27 juni, tá Arni Skaale, núverandi fiskimálaráðharri og gamal skóti, og Símun Michael Sørensen formaður í Føroya Skótaráð, settu leguna.

Sum navnið sigur, so er henda legan skipa sum er eitt 'Race', ella postarenning, í føroysku náttúruni.

Síðani mánadagin hava tey róð kapp uppá tíð við Teináringinum, gingið millum bygdir í mjørka, havt fiskikapping við sluppini Westward Ho, og síðani hagreitt fiskin í Kirkjubø. Hagani til Leynavatn, har tey bygdu tunnuflakar og sigldu kapp við teimum, og nú mikukvøldið er legan komin til Kvívíkar.

Skótarnir yvirnátta í 'bivakkum', sum verða riggaði til við gongustavum og presendingum og vórðu tær í gjár riggaðir til í skótagarðinum og millum trøini í hugnaliga prestagarðinum á Kirkuteigi í Kvívík. Í dag gekk leiðin til Kollafjarðar og síðani til Selatraðar. Legan endar tann 4. juli á skótadeplinum í Havnadali.

Legan verður fyrisskipað undir Nordisk Spejderkomité (NSK), og er hetta fyrsta legan av hesum slag. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi verða í 2018, men vegna ymsar umstøður, m.a. koronasóttini, er hon seinkað til í ár. Í Føroyum er tað Føroya Skótaráð, sum skipar fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder