Innanlands

Meiriluti ynskir at lata fosturtøkulógina fáa frið

49 prosent halda ikki, at lógin eigur at dagførast. 6186 brúkarar á Portalinum svaraðu fríggjadagin upp á spurningin "Átti fosturtøkulógin at verið dagførd"

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-03 08:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnan tekur spurningurin um fosturtøku seg upp í Føroyum. Ofta er tað orsakað av umrøðu uttanlands, og tað er tað eisini í hesum førum.

Tá Portalurin fríggjadagin spurdi brúkararnar um hvat tey halda um fosturtøkulógina, svaraði ein lítil meiriluti, at lógin eigur at fáa frið.

Til spurningin “Átti føsturtøkulógin at verið dagførd?” svara 49 prosent nei, meðan 45 prosent svara ja.

6 prosent hava svarað “Mær tað sama”.

6186 brukarar svaraðu atkvøðugreiðsluni á Portalinum fríggjadagin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder