Mentan

2SOME gevur út næsta staklagið

Arni Carlsen og Edmund Jacobsen mannað bólkin

Edmund Jacobsen (tv.) og Arni Carlsen

Edmund Jacobsen (tv.) og Arni Carlsen

2022-07-26 11:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen – er nú til reiðar við sínum næsta staklagi, “I Should Have Known”. Lagið er lagt út á stroymingartænasturnar í dag.

Teir báðir stovnaðu bólkin í 2020 – mestsum av tilvild – og teir hava líka síðani skriva hópin av løgum. Í december 2021 gav 2SOME út fyrsta staklagið – "Goodbye" – og ætlanin var at geva eitt staklag út longu í januar ella februar í ár. Men ymiskar avbjóðingar – millum annað covid-19 - førdu við sær, at allar upprunaligu ætlaninar seinkaðust.

Men nú er ferð aftur komin á 2SOME. Nýggja staklagið heldur sama stíl sum tað fyrsta. Talan er um bleytan pop-rokk við enskum teksti.

Fleiri løg ávegis

Ætlanin hjá 2SOME er at geva fleiri stakløg út komandi mánaðarnar. Talan verður fyri tað mesta um løg á enskum, men væntandi verður okkurt føroykst lag eisini á skránni.

- Vit eru sera væl nøgdir við nýggja lagið, og eru sera spentir um, hvussu móttøkan fer at verða, sigur Edmund Jacobsen, sum tey flestu óiva best kenna sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg í Danmark.

Edmund leggur afturat, at um alt gongur eftir ætlan, so verður 2SOME til reiðar at spæla konsertir í 2023.

Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skriva landaplaguna "Eru Vit Til", sum hann gav út saman við bólkinum Enekk í 1990.

Ikki spælt saman áður

Teir báðir hava verði vinmenn síðani teir vóru blaðungir, men teir hava ongantíð áður spælt í sama bólki, og ei heldur skriva tónleik saman.

- Eg heinti nógvan íblástur frá country, meðan Edmund er meira rokkutur. Hettar ger, at tónleikurin er sera miðsøkjandi og melodiøsur, sigur Arni Carlsen, ið hevur bústað í Tórshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

I Should Have Known

Lag: Arni Carlsen
Orð: Edmund Jacobsen & Stine Tobiesen
Tónleikarar: Arni Carlsen (keys), Edmund Jacobsen (vokal og drum programming), Janus Kampmann (guitar), Line Grønkjær (kór) og Óli Poulsen (guitar og percussion)
Lagt til rættis: Arni Carlsen & Edmund Jacobsen
Mix & mastering: Óli Poulsen
Upptikið í Tórshavn, Esbjerg & Keypmannahavn - marts, apríl og maj 2022
Útgáva: T/A/P/E Sound, juli 2022 

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder