Mentan

Dan Olsen givið nýtt staklag út

Hetta nýggja lagið snýr seg um tabu umstøður og minnilutabólkar í samfelagnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-07-26 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dánjal Rói Olsen, sum rópar seg Dan Olsen á tónleikapallinum hevur í dag útgivið nýtt staklag.

Søgan umboðar tabu umstøður og minnilutabólkar í samfelagnum, og boðskapurin snýr seg um, hvussu vit eru nokk, júst sum vit eru, sigur hann.

[object Object](Savnsmynd)

- Føroyingurin, Daniel á Lofti, ið eins og eg býr í London, hevur leikstjórnað. Vit báðir og Code the Creator (kameramaður) settu okkum saman fyri nøkrum mánaðum síðan og komu upp við søguni, greiðir Dan Olsen frá.

- Síðsta ár skrivaði og framleiddi eg lagið saman við Julian Simmons, ið m.a. hevur arbeitt við Ed Sheeran. Síðsta ár gjørdu vit báðir eisini lagið 'Pocketful of Sunshine', sigur hann.

Hetta nýggja staklagi eitur “Be Myself”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder