Innanlands

Herverk við Djúpumýru

Onkur hevur m.a. skorið búmerki av nøkrum setrum – Sambært løgregluni er eingin undir illgruna í málinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-04 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á nøkur setur á fótbóltsvøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

Talan var m.a. um nøkur setur á útskiftingarbonkinum, har onkur hevði skorið búmerkini av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin er undir illgruna í málinum enn.

[object Object]
(Mynd: Jákup Ósá/Norðlýsið)

Norðlýsið skrivar, at onkur eisini setti eld á nøkur setur í gamla skýlinum hjá KÍ. Sí fleiri myndir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder