Mentan

Grímuklæddur norðmaður hevði eitt show av einari aðrari verð

Alan Walker fekk Vágsbø at hoppa og dansa. Ikki fyrr enn hann var á veg av pallinum, tosaði plátuvendarin norskt við fjøldina

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-05 02:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Absolutt tað størsta navnið á Summar Festivalinum í ár endaði sína konsert nakað eftir midnátt. Tá hevði hann í meira enn ein tíma fingið Vágsbø - alt frá børnum, ungum og vaksin - uppfrá til hittrøðina, sum hann kom við.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Alan Walker, hvørs fulla navn er “Alan Olav Walker”, er føddur í Englandi í 1997, og hevur bretskan pápa og norska mammu. Hann er uppvaksin í Bergen, og byrjaði veruliga at gera um seg sum DJ ella plátuvendari í 2015 tá stóra hittið "Faded" kom út.

Frá byrjan av konsertini var hann í samband við áhoyrarnar, sum í kvøld vóru nógvir í tali. Byggingin av nýggja mentanarhúsinum tekur nakað av Vágsbøi, so tað er ilt at siga, um áhoyrararnir vóru líka nógvir, sum til høvuðsnøvn onnur ár.

Veðurstovurnar høvdu lovað regn í kvøld, og tað bleiv eisini soleiðis í stóran mun. Onkra løtu var tó turt, men móti endanum fór at regna illa.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Alan Walker brúkar masku tá hann framførir. Hetta gjørdi hann langt áðrenn korona kom fram, og tað ger hann framvegis. Tað var eitt sindur trupult at hoyra, hvat hann segði aftanfyri maskuna, men hinvegin vóru tað rættiliga einfaldir boðskapir, hann hevði til fjøldina.

“Hoppið” ella “syngið við” rópti hann fyri tað mesta.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Showið var av einari aðrari verð. Har var eldur, roykur, konfetti og lasarar fyri allar pengarnar. Øll tey kendu løgini vórðu framførd, og endað varð við stórhittinum Faded í alskyns útgávum.

Tá hann takkaði fyri seg kom tað norska endiliga fram, og hann segði millum annað “Vi sees en annen gang”.

Sí eisini: Myndir: Hóskvøld á Summar Festivalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder