Innanlands

Blakað egg eftir bili

Í gjár var eitt ferðsluóhapp í Skopun, nakrir bilførarar vórðu tiknir fyri at tosa í handhildnari telefon, og ein varð steðgaður fyri at koyra við slitnum dekkum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-05 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Skopun. Tað var í bíðirøðini til bátin, at ein persónbilur rendi á ein lastbil, sum koyrdi frammanfyri.

Sum skilst var eingin fólkaskaði, men har var nakað av materiellum skaða, og mátti eigarin hava hjálp at flyta bilin, sigur løgreglan.

Í gjár vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu. Hetta var á Marknagilsvegnum í Havn.

Seinnapartin varð ein bussur eisini steðgaður, tí hann koyrdi við slitnum dekkum. Tað gevur eina bót, og eru bæði eigarin og førarin skuldsettir.

Blakaðu egg eftir bili

Stutt áðrenn middag varð eitt mál eisini meldað til løgregluna, sum snúði seg um, at onkur hevði blakað egg eftir einum koyrandi bili á Velbastaðvegnum í Havn. Eina hurðin varð rakt av eggum.

Av løgreglustøðini verður sagt, at hetta var hent mikumorgunin um klokkan hálvgum átta. Eingin er skuldsettur í málinum.

Løgreglan heitir á fólk um ikki at gera slíkt, tí tað kann lættliga enda galið, tá bilførarin verður órógvaður.

Hestur gekk leysur

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at ein hestur gekk leysur við Margáir.

Hesturin varð tikin upp av aktingarmanni, og fær eigarin eina bót.

Umframt hetta, skal eigarin gjalda upptøkugjald og vistargjald, verður upplýst av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder