Innanlands

Søkja eftir stjóra til nýggja Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið verður sett á stovn á nýggjárinum

– Vit mangla ein føroyskan myndugleika, sum kann ráðgeva landsstýrinum og øðrum í heilsufakligum spurningum, umframt at hava um hendi fólka- heilsu, heilsutilbúgving og annað, segði Kaj Leo Holm Johannesen m.a. um ætlanina fyri Fólkaheilsustýrið (Savnsmynd)

– Vit mangla ein føroyskan myndugleika, sum kann ráðgeva landsstýrinum og øðrum í heilsufakligum spurningum, umframt at hava um hendi fólka- heilsu, heilsutilbúgving og annað, segði Kaj Leo Holm Johannesen m.a. um ætlanina fyri Fólkaheilsustýrið (Savnsmynd)

2022-08-05 19:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumálaráðið søkir nú eftir einum stjóra at standa á odda fyri Fólkaheilsustýrinum, sum verður sett á stovn á nýggjárinum.

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.

–Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fólkaheilsustýrinum. Í fyrstuni verður uppgávan at skipa og byggja nýggja stovnin upp, harundir at samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum, skrivar Heilsumálaráðið.

– Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

Umsóknarfreistin er hósdagin 1. september.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder