Innanlands

Afturkalla tútakopp til børn

Vøran letur ov nógv av evninum Bisphenol A frá sær, og eigur hon tí ikki at koma í samband við matvørur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2022-08-05 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Cam Cam Copenhagen A/S afturkallar tútakoppin Rainbow Sippy Cup, Blue Mix (1715-03-000-WW) til børn. Orsøkin er, at vøran letur ov nógv av evninum bisphenol A frá sær.

Vørur, ið geva frá sær ov høgar nøgdir av bisphenol A, skulu ikki koma í samband við matvørur, og eiga vørurnar at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um hesa vøru:

Rainbow Sippy Cup, Blue Mix (1715-03-000-WW)
EAN-strikukota: 5712805068886

Vøran er seld her:

  • Børnenes Kartel
  • Illum
  • Kids-World.dk
  • Luksubaby web
  • Magasin Aarhus
  • Magasin Fields
  • Magasin Kongens Nytorv
  • Magasin Lyngby
  • Magasin Odense
  • Magasin Onlineshop
  • Ønskebørn Køge
  • Ønskebørn Nykøbing F.
  • Pixizoo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder