Mentan

Størsti og flottasti pallurin í Føroyum brúkast til miðal nøvn: - Ein skandala

- Eg haldi at fyriskipararnir av Summarfestivalinum hava forplikta seg við at koma við ordiligum nøvnum á pallin - í øllum førum eitt stórt altjóða høvuðsnavn hvørt kvøld á festivalinum, sigur Uni Leitistein Hnasen

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-05 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uni Leitisstein Hansen, ummælari hjá Kringvarpinum, er ikki mjúkur í sínum nýggjasta ummæli á kvf.fo. Hann ummælir stórfingnu konsertina hjá Alan Walker á Vágsbøi í gjárkvøldið, og letur væl at framførsluni.

Hann nevnir framførsluna hjá norðmanninum at vera "størsta og flottasta showið higartil í Føroyum".

Men hann er ikki positivur um restina av skránni, sum Summarfestivalurim hevur at bjóða. Alan Walker var stóra høvuðsnavnið í ár, og næstu dagarnir eru heldur soltnir hvat viðvíkur útlendskum nøvnum.

- Øll, sum vóru til Alan Walker-konsertina í gjárkvøldið, sóu og hoyrdu, hvørjar knotur veruliga eru í stóra pallinum á Vágsbø. Tí haldi eg, at fyriskipararnir av Summarfestivalinum hava forplikta seg til at koma við ordiligum nøvnum á pallin - í øllum førum eitt stórt altjóða høvuðsnavn hvørt kvøldið á festivalinum, heldur Uni Leitisstein Hansen.

- Men júst tann sannroynd, at Føroya størsti og flottasti pallur fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður brúktur til Dynamit, Anfinn & Co, Anne Dorte & Mariu, og John Mogensen-luksus-karaokee við bólki við danska sjónleikaranum Rasmus Bjerg, er í grundini ein skandala, staðfestir Uni Leitistein Hansen.

Hann samanber stóra pallin á Vágsbø við ein Ferrari sum er klárur at koyra kapp við bestu pallar í útlondum, men í alt ov nógv ár hava fyriskipararnir fylt gravskitna tungolju á teirra Ferrari, og tað hevur altíð kenst óvirðiligt.

Les alt ummælið hjá Una Leitisstein Hansen á kvf.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder