Innanlands

Rebekka komin aftur í øllum góðum

Løgreglan boðar nú frá, at 15 ára gamla gentan, sum í morgun varð eftirlýst, er funnin aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-12 10:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rebekka er afturkomin í øllum góðum. 

Tað eru boðini frá løgregluni.

Tíðliga í morgun sendi løgreglan út eina eftirlýsing eftir 15 ára gomlu Rebekku. Tá vit tosaðu við vaktleiðaran á støðini stutt eftir klokkan átta í morgun, høvdu nøkur vent sær til løgregluna við møguligum upplýsingum.

Nú er hon altso komin afturíaftur í øllum góðum.

- Stóra takk til tykkum, sum hava hjálpt politinum við fráboðanum, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder