placeholder
Mentan

Seinasti dagur á TeenStreet

Leguluttakararnir hava hugnað sær óført á allan hátt og hava fingið ta føði – bæði andaliga og tímiliga, sum væntað var

2022-08-12 20:30 Author image
Teenstreet.fo
placeholder

Tá ið tannáringarnir hava etið morgunmat í morgin, er TeenStreet legan, ið hevur verið í Spania síðani sunnudagin, komin at enda.

Og tíðliga í morgin byrjar heimferðin hjá teimum nógvu. Meira enn helmingurin av føroyingunum komu við beinleiðis flogfari úr Føroyum. Og tey flúgva eisini beinleiðis heim aftur til Føroya úr Barcelona – tó ikki fyrr enn tíðliga sunnumorgunin. Hini ferðast sjálvi á ymiskan hátt – nøkur flúgva fyrst til Danmarkar og nøkur koyra sjálvi.

Vit hava verið gott og væl 300 føroyingar samlaðir í Spania saman við umleið 700 øðrum frá ymiskum tjóðum.

Seinasti dagurin á slíkari legu er altíð merktur av fráferð, og at sagt verður farvæl. Nógv nýggj vinarløg eru knýtt, so tað er ikki altíð so lætt at siga farvæl.

Leguluttakararnir hava hugnað sær óført á allan hátt og hava fingið ta føði – bæði andaliga og tímiliga, sum væntað var.

Umstøðurnar hava eisini verið framúr góðar í eldri byggarínum og kirkjubygninginum, sum er ein stórur katedralur.

Útiumstøðurnar hava eisini verið framúr góðar við øllum ítróttarligum hentleikum, ið kundu væntast við ikki færri enn trimum svimjihylum.

Nú verður sæð fram til stóru leguna, sum ætlandi verður um eitt ár í Offenburg í Suðurtýsklandi, har pláss er fyri eini 4000 fólkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder