
Tórshavnar kommuna: Ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, er í løtuni á vitjan í Føroyum. Í sambandi við vitjanina hevði hann sett ynski fram at hitta borgarstjóran í Havn.
David Akov byrjaði í starvinum í fjør og arbeiðir miðvíst at styrkja sambandið hjá Ísrael við onnur lond, serliga innan vísindi og mentan.
Trivnaðarstjórin Jóan Petur Hentze hevði eina framløgu fyri sendiharranum, og aftaná varð tosað um samstarv á fleiri økjum innan útbúgving og mentan, men eisini um kommmunal viðurskifti.
Sendiharrin fer aftur til Danmarkar sunnukvøldið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald