Mentan

Impartial á Wacken: - Kendist óveruligt

Fimm bleikir føroyingar í svørtum fingu eitt heilt serligt upplivilsi á heimsins størsta rokkfestivali

2022-08-15 18:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var eitt stórt upplivilsi fyri menninar í føroyska tungmálmsbólkinum, Impartial, at sleppa at spæla á stóra týska rokk festivalinum, Wacken Open Air, nærhendis týska býnum Wacken í Schleswig-Holstein.

Talan er um ein av heimsins størstu festivalum av sínum slag. Impartial vann heiðurin at spæla á Wacken á eini kapping, ið varð hildin í koronaárinum 2020. Upprunaliga skuldi kappingin – tann seinasta av sínum slag í Føroyum – haldast í Sjónleikarhúsinum, men orsaka av tvørligu støðuni, sum var tá orsaka av smittuni, varð føroyska umboðið valt út frá upptøkum, sum luttakandi orkestrini sendu inn til fyriskiparan, felagsskapin Upp við Hornunum.

Impartial vórðu valdir at umboða Føroyar á Wacken Metal Battle. Men Wacken festivalurin varð avlýstur hetta árið, og aftur í 2021. So ikki fyrr enn í ár eydnaðist tað føroyska umboðnum at uppliva at standa framman fyri stóru og áhugaðu áhoyrarafjøldini í Wacken. Men hóast korona var av, so upplivdu limirnir í Impartial avbjóðingar – eitt nú við hitanum...

Sangarin í bólkinum, Jákup Ólavsson, hevur sent okkum hesa lýsingina av upplivilsinum:

Kendist óveruligt

Teir seinastu tveir dagarnar áðrenn Wacken vóru langir. Tað kendist óveruligt, at vit skuldu á pall longu mikudag.  
Svøvnur var ein býur í Kina næturnar frammanundan, tí nú var dreymur okkara næstan vorðin til veruleika. Wacken Metal Battle er jú eitt paradís fyri ein og hvønn málmsfjeppara.  

Mikumorgun 3. august. Dagurin vit høvdu bíðað eftir í tvey ár.  

Sólin bakaði oman og niðan, og tad var ikki útiverandi. Áleið 32-35 hitastig, og har stóðu vit, fimm bleikir føroyingar, og bíðaðu eftir okkara bussi, sum skuldi koyra okkum til backstage.

Tá vit høvdu bíðað í 20 minuttir, fingu at vita, at tey manglaðu bussar og vóru tí seinkaði...  

Vit stóðu tolnir og bíðaðu uttanfyri í áleið 1-2 tímar. Tá bussurin at enda kom fram, vóru tár næstan at síggja á kinnum okkara. Innkomnir í bussinum, varð “after sun” kastað runt og smurt á, og framførslan varð onnur raðfesting eitt lítið bil.  

Eitt dopamin tripp, sum vildi nakað!

Av tí at bussurin var seinkaður, mistu vit alla okkara tíð backstage at gera okkum klárar í, so vit vóru koyrdir beina leið á pallin – út aftur í hitabylgjuna, har vit síðan lótu okkum í okkara svørtu hamir. 

Eingin tíð var til yvirs, og aftanfyri gardinurnar stóðu túsindatals málmsfjepparar og bíðaðu. Nú var tað okkara túrur!  

Tað kendist sum at vera í Sahara. Eg var undir svíming eini fimm ferðir í gjøgnum konsertina, men hóast tað var strævið, var tann góða kenslan 10 ferðir so góð. At síggja eina so stóra fjøld flippa út var rørandi, men eisini eitt dopamin tripp sum vildi nakað! 

Tað gekk ómetaliga skjótt fyri seg. Áðrenn vit vistu av, var konsertin liðug.  

Takk fyri stuðulin

‘’Vit spældu á Wacken!!’’ varð rópt óteljandi ferðir aftaná. Lagið var gott og nú var bert eftir at njóta festivalin. Tá vinnarin var avdúkaður á seinasta degi, og avdúkað var, at vit ikki vóru í top 5, var lagið enn líka gott. 

Ein ómetaliga læruríkur túrur. Vit eru ómetaliga takksamir fyri at hava fingið møguleikan at uppliva okkara dreym.  Vit vilja senda eina heilsan til øll tykkum, ið valdu at stuðla okkum. Stóra takk fyri! Vit høvdu ikki komi langan veg uttan tykkara hjálp! 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder