placeholder
Innanlands

717 bústaðir standa tómir

Heilir 717 bústaðir í Tórshavnar kommunu standa tómir

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-08-15 22:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

450 sethús, 232 íbúðir og 35 aðrir bústaðir standa tómir í Tórshavnar kommunu. Altso eingin býr í hesum tilsamans 717 bústøðunum.

Hetta upplýsti Heðin Mortensen, á eykabýráðsfundi í Tórshavnar kommunu í síðstu viku. Tølini eru frá november í fjør.

Tað er stórur tørvur á bústøðum í høvuðsstaðnum. Á eykabýráðsfundinum varð samtykt at seta í verk útstykking á Argjahamri. Talan er um útvið 200 bústaðareindir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder