Innanlands

Tríggir bilførarar fingu klipp í kortið fyri at koyra ov skjótt

Enn einaferð lokkaði Glyvursvegur á Argjum til at seta ferðina upp

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2022-08-16 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur neyvan vika, at ikki onkur bilførari verður tikin fyri at koyra ov skjótt á Glyvursvegnum á Argjum.

Soleiðis var eisini í gjár, tá tríggir bilførarar fingu klipp í kortið fyri at hava koyrt um 75 kilometrar um tíman á strekkinum, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman.

Glyvursvegur er vegateinurin frá nýggju brúnni um Sandá og niðan á Hamaran, eitt breitt og lutfalsliga beint vegastrekki á knappan kilometur við einari frá- og tilkoyring umleið miðskeiðis. Tað er ofta, at bilar hava lyndi at seta ferðina upp á hesum strekki, og tí ger løgreglan eisini javnan ferðamátingar her.

Annars hevur løgreglan havt eitt friðarligt samdøgur, tó at onkur hevur verið so mikið rúsaður á almennum øki, at boð hevur verið sent eftir løgregluni at taka sær av at fáa viðkomandi til húsa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder