Mentan

List til eitt vist

Kjakast verður um list í Perluni fríggjakvøldið

2022-08-16 11:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skulu listafólk hava útbúgving fyri at kalla seg listafólk? Hava vit tørv á listaummælarum? Hvussu gera vit umstøðurnar betri hjá føroyskum listafólki? Hetta og og onnur evni verða tikin upp á einum kjakkvøldið í Perluni í Havn nú fríggjakvøldið.

Í mong ár hava føroysk listafólk eftirlýst ein pall til listina. Ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Hetta verður nú gjørligt við afturvendandi tiltakinum “List til eitt vist”, og byrjað verður nú fríggjakvøldið.

Fyrsta tiltakið er soleiðis skipað, at tað verður ein stutt framløga um gøtulist. Síðani verður listakjak, har eitt panel kjakast um alt frá ummælum til samtíðarlist í Føroyum. Eisini er møguligt hjá áhoyrarum at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Hesi fýra manna panelið í fyrsta listatiltakinum:

- Jón Sonni Jensen: Kurator, útbúgvin innan myndlist og drúgvar royndir í alskyns listanevndum
- Bárður Dal Christiansen: Kurator, arkitektur, listamaður og formaður í Føroysk Myndlistafólk
- Guðrið Poulsen: Útbúgvin keramikari, drúgvar royndir innan listaheimin í Føroyum og hevur havt nógvar altjóða framsýningar
- Birgir Kruse: Virðisløntur mentanarviðmerkjari og -eygleiðari og bloggari

Óluva Zachariasen, journalistur, er orðstýrari.

Tiltakið, sum byrjar klokkan 20 er alment og ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder