Innanlands

Nú fór fólkatalið upp um 54.000

Lutfalsliga nógv fólk eru deyð fyrra hálvár í ár. Tí er burðaravlopið ikki so stórt, sum tað plagar at vera

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-16 11:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Í juli mánaði vóru enn eini túsund rundað í fólkatalinum í Føroyum, tá talið av íbúgvum her á landi rundaði tey 54.000. Hagstovan hevur í dag kunngjørt nýggjastu hagtølini fyri íbúgvar.

1. juli í ár búðu 54.072 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 698 fólkum seinasta árið, svarandi til ein vøkstur á 1,3 prosent.

Vøksturin er minni enn í undanfarna 12 mánaða tíðarskeiði, tá vøksturin var 1,5 prosent.

Vøksturin kemur fyrst av øllum frá eini nettotilflyting á 535 fólk og síðan av burðaravlopinum, sum hetta seinasta árið var 163. Burðaravlopið er munurin á teimum sum eru fødd og teimum, ið eru deyð.

Hagstovan staðfestir í dag, at burðaravlopið hevur verið serstakliga lágt fyrra hálvár í ár. Lutfalsliga nógv eru deyð, samstundis sum burðartalið hevur verið nakað lægri enn tíðina frammanundan.

Hinvegin hevur nettoflytingin verið nakað hægri enn undanfarnu tíðarskeið, so samanumtikið heldur fólkatalið fram við at vaksa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Størstu kommunurnar vaksa mest

Størsti vøkstur í tali seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har umleið helvtin av samlaða vøkstrinum var. Eisini vaks fólkatalið nógv í millum annað í Klaksvíkar og Runavíkar kommunum umframt í Nes, Eiðis og Sunda kommunum. Størsta minking var í Sands, Hvalbiar, Sørvágs og Sumbiar kommunum.

Í fleiri kommunum er fólkatalið nú tað hægsta, tað hevur verið, síðani byrjað varð at gera fólkatalið upp í 1985: Í Tórshavnar kommunu, har fólkatalið nærkast 23.000, í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið hevur rundað 5.400, og í Runavíkar kommunu, sum nú hevur fleiri enn 4.300 íbúgvar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder