Innanlands

Flótandi mørk fyri hvat trygdarpolitikkur umfatar

Trygdarpolitiska økið er ikki statiskt, staðfestir løgmaður. Í ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-08-16 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mørkini fyri hvørji mál verða fatað sum trygdarpolitisk mál, kunnu vera flótandi.

Tað vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á í einum svari upp á fyrispurning frá Beintu Løwe í dag.

Tingkvinnan spurdi í grein 52-spurningi hvørji málsøki, sambært løgmanni, koma undir trygdarpolitikk.

Løgmaður gevur ikki beinleiðis svar upp á fyrispurningin, men greiðir frá, at markamótini kunnu flyta.

Løgmaður sigur millum annað soleiðis:

- Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at yvirtikin málsøki eru ein eind, meðan uttanríkis-, trygdar-og verjupolitikkur, sum ikki eru yvirtikin, eru ein onnur eind.

- Sambært heimastýrislógini og yvirtøkulógini er málsøkið uttanríkis-, trygdar-og verjupolitikkureitt av teimum málum,sum ríkismyndugleikarnir taka sær av.

- Men trygdarpolitiska økið er ikki statiskt, og flytur seg alla tíðina, so hvørt samfelagið broytist.  Fleiri dømi eru um samfelagsøki, ið áður hava verið mett at vera so avgerandi, at tey hava verið roknað sum hernaðarmál. So hvørt sum tøknin hevur ment seg, verða hesi somu øki ikki longur roknað sum hernaðarmál.

- Í sama viðfangi hava vit seinnu árini sæð,at nýggj samfelagsøki hava fingið ein trygdarpolitiskan dám. Eisini málsøki, ið eru á føroyskum hondum.

- Tað er ikki altíð, at markamótiðmillum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt. Málsøkini kunnu vera flættaðinn í hvørt annað. Í slíkum ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum.

Beinta Løwe hevði eisini tveir konkretar spurningar afturat: Annar er, um fiskivinna, -sáttmálar og -samráðingar er trygdarpolitikkur.

Til tað svarar løgmaður nei. Hesi mál vóru yvirtikin í 1948, tá heimastýrislógin varð sett í verk.

Beinta Løwe spyr eisini eftir uppskotinum til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya, sum landsstýrið, sambært løgu løgmans á ólavsøku, fer at leggja fyri tingið í heyst. Spurningurin er, um samskifti hevur verið við donsku stjórnina um hetta.

Tað hevur tað ikki, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder