Innanlands

Nú verður søkt eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna

Landsstýrið ynskir at umskipa Strandfaraskip Landsins soleiðis, at stovnurin fær tryggar og støðugar karmar, og at ferjuflotin verður endurnýggjaður. Stjórin skal fyrstu tvey árini, av teimum fimm, megna at stjórna Strandferðsluni og samstundis fremja neyðugar broytingar samsvarandi politiska viljanum fyri stovnin, stendur millum annað í starvslýsingini

Hilmar Eliasen (t.v.) fór fyrr í ár frá sum stjóri á Strandferðsluni eftir næstan átta ár í sessinum. Jóan Petur Abrahamsen (t.h.) hevur síðani verið virkandi stjóri(Mynd: Sverri Egholm)

Hilmar Eliasen (t.v.) fór fyrr í ár frá sum stjóri á Strandferðsluni eftir næstan átta ár í sessinum. Jóan Petur Abrahamsen (t.h.) hevur síðani verið virkandi stjóri(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-16 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fíggjarmálaráðið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Strandfaraskip Landsins. Á heimasíðuni fmr.fo stendur í dag, at nýggi stjórin skal standa á odda fyri at skipa Strandferðsluna og virksemið í mun til nútíðar tørv og at menna ein leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til eina virkisfýsna almenna fyritøku.

Í apríl frættist, at Hilmar Eliasen var farin frá sum stjóri á Strandferðsluni eftir næstan átta ár í sessinum. Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari, hevur síðani verið virkandi stjóri.

Landsstýrið ynskir at umskipa Strandfaraskip Landsins, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu árini, soleiðis, at stovnurin fær tryggar og støðugar karmar, og at ferjuflotin verður endurnýggjaður.

Krøv til nýggja stjóran eru millum annað tey, at viðkomandi fyrstu tvey árini skal megna at stjórna Strandferðsluni og samstundis fremja neyðugar broytingar samsvarandi politiska viljanum fyri stovnin.

Stjórin skal eisini vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving.

- Tað er ein fyrimunur, um stjórin hevur serligan áhuga og innlit í samferðsluøkið. Tað er eisini ein fyrimunur, um stjórin hevur royndir frá leiðslu í størri fyritøku ella almennum stovni.

Stjórin skal vera ein týðiligur leiðari og eisini hava gott politiskt tev stendur í starvslýsingini.

Starvið er áramálssett til fimm ár sambært serligum sáttmála við møguleika fyri at leingja setanina í 3 ár. Lønin er ájøvn 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramálsviðbót, skrivar fmr.fo

Freistin at søkja starvið er um beint yvir tríggjar vikur - fríggjadagin, 9. september 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder