Tey fylla í frystiboksirnar í Hvalba í hesum døgum.
Sunnudagin løgdu tríggir døglingar beinini í Hvalba, og aftur í dag vóru tríggir døglingar, sum gjørdu landgongd í bygdini.
Tað kemur javnan fyri, at døglingar sjálvir gera landgongd í Hvalba og Sandvík, men tað er ólógligt at reka døgling á land.
Tommy Olsen, grindaformaður, sigur við útvarpið í dag, at hvalirnir, sum í dag løgdu beinini í Hvalba, eru umleið tvífalt so stórir sum teir, sum gjørdu landgongd mikudagin.
Býtt verður millum fólkið í Hvalbiar sókn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald