placeholder
Innanlands

Video: Ringt veður tá rógvararnir vóru bjargaðir

Royal Air Force hevur lagt videobrot út sum vísir, hvussu tað sá út, tá stóra Nordic Qinngua bjargaði teimum báðum føroysku rógvarunum. Árabátur teirra holvdist

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-20 17:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin fór ein bjarging fram við tveimum føroyskum rógvarum vestur úr Írlandi í bretskum sjóøki.

Bátur teirra hevði fingið stóran sjógv og so stóran skaða, at teir fóru í gummibjargingarbát.

Eitt farmaskip sum var nærhendis var á leiðini tveir tímar seinni, og hóast sera vánaligar umstøður, vóru teir báðir bjargaðir umborð á 200 metrar langa skipið, Nordic Qinngua.

Líkindini vóru heldur vánalig við 6 metur høgari aldu og vindi á umleið 17 m/s. 

Royal Air Force hevur lagt videobrot á netið, sum er tikið úr flogfari.

Væntandi verður Nordic Qinngua í Rotterdam við rógvarunum mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder