2022-08-27 11:05
Í dag og í morgin verður tiltakið Summarskái aftur á skrá í Vágsbotni í Havn, og í hesum sambandi verða fleiri vegir stongdir hesar dagarnar, meðan ymisk tiltøk eru, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Í dag er matmarknaður á skránni, og í morgin verður filmssýning og tónleikur.
Meðan matmarknaðurin er frá klokkan 13 til 17, eru hesir vegir stongdir:
- Tórsgøta frá Sverrisgøtu
- Mylnugøtu
- Bryggjubakki til Bringsnagøtu
- Undir Bryggjubakka
- Vágsbotn til Bøgøtu
Sunnudagin klokkan 15 til 18 eru hesir vegir stongdir:
- Mylnugøta
- Bryggjubakki til Bringsnagøtu
- Einvegis frá Tórsgøtu eftir Vágsbotn út á Skálatrøð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald