Løgreglan í miðamerikanska landinum Costa Rica fann herfyri 2,5 tons av kokaini í einari fruktbingju, sum var ávegis til Belgia.
Myndugleikarnir í landinum boða frá, at bingjan varð funnin í Moín í eystara parti av landinum. Umframt kokain vóru 3,1 tons av hashi eisini funnið.
Lasbilførarin, sum koyrdi bingjurnar til havnina varð handtikin, men um nakar annar er undir illgruna í málinum var ikki upplýst.
Sambært Ritzau brúka smuglarar ofta miðamerikonsk lond til at smugla rúsevni víðari til Evropa, og hevur tað við sær, at har av og á verða funnar stórar nøgdir av rúsevnum.
Í 2020 løgdu myndugleikarnir í Costa Rica eisini hald á eina størri nøgd av rúsevnum í Moín. Talan var tá um 5,8 tons av kokaini, sum var ávegis til Hollands. Upplýst var tá, at hendan nøgdin helst hevði eitt marknaðarvirði á uml. 126 milliónir evrur, ið svarar til góðar 930 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald