Hundar í Sjóvar kommunu hava nú eisini fingið spælipláss á Strondum.
Omanfyri kommunuskrivstovuna er eitt øki á góðar 1.200 fermetrar innihegnað, so hundaeigarar kunnu sleppa sínum ferføttu vinum leysum til spæl og rørslu.
Hundaánarar heittu fyri tíð síðani á Sjóvar kommunu at finna eitt øki til endamálið, og í samskifti við hundaeigararnar er funnið fram til økið omanfyri kommunuskrivstovuna á Strondum, skrivar Sjóvar kommuna.
Grasið er sligið tvinnar ferðirnar í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið. Borð og benkur verða eisini sett upp í næstum. Jónhard Johansen, arbeiðsmaður hjá Sjóvar kommunu, hevur staðið fyri arbeiðnum við hundagarðinum.
Avtalan og ætlanin er, at hundaeigarar sjálvir halda økið, í tøttum samstarvi við kommununa.
(Mynd: Sjóvar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald