Seinastu árini eru nógvar sendingar gjørdar í donskum sjónvarpi um Føroyar og lívið í Føroyum. Sunnudagin kom enn ein sending av hesum slag á DR TV.
Hesaferð eru tað vertirnir á P3 útvarpssendingini Curlingklubben, Maria Fantino og Christian Bonde, sum eru á vitjan í Føroyum.
Tey sleppa at reka seyð á Velbastað, á seiðaberg á Kósini, surfa í Tjørnuvík, dansa føroyskan dans í Hornahúsinum, og eta fyltan lunda og seyðarhøvd.
Sendirøðin er í fýra pørtum, sum eru umleið eitt korter til longdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald