Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir byrja.
Í ár hevði trivnaðarnevndin valt at felagið handan Stakkin skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022”. Grundgevingin fyri at geva Stakkinum heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:
Ársins herðaklapp 2022 fær Stakkurin, fyri at vera ein virkin og savnandi felagsskapur í nærumhvørvinum. Felagsskapurin lýsir kommununa frá síni allar bestu síðu, varðveitir siðbundna mentan og gevur nógv aftur til nærumhvørvið. Í nógv ár hevur felagsskapurin savnað pening inn, sum tey síðani geva út aftur til góð endamál í nærumhvørvinum, millum annað bygdarhúsið. Felagsskapurin knýtir bygdafólkið, vitjandi og kommununa saman til eitt, og hetta hevur stóran týdning fyri okkum í Sunda kommunu.
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 kr. og ein gáva úr føroyskum gróti, sum myndar Stakkin.
Jógvan Magnussen, formaður í felagnum, tók ímóti heiðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald