Innanlands

Smyril sett kós móti Føroyum

Royndarsiglingin úr Munkebo norður til Skagen er nú endað. Eftir ætlan kemur Smyril í sigling eina viku fyrr enn ætlað

(Mynd: Strandferðslan)

(Mynd: Strandferðslan)

2022-09-24 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Royndarsiglingin úr Munkebo norður til Skagen er nú endað, og Smyril er nú komin út í Skagerrak og hevur sett kós móti Føroyum.

Tað sigur Strandferðslan í kvøld.

Væntandi verður skipið á Tvøroyri um middagsleitið mánadagin 26. september. Tó skal fyrivarni takast fyri seinkingum, orsakað av ivasomum veðurlíkindum kring Føroyar næstu dagarnar.

Um eingin broyting kemur í, siglir Herjólfur III sín seinasta túr á hesum sinni á leið 7 við fráferð av Havnini klokkan 10 mánadagin 26. september.

Túrurin av Krambatanga klokkan 14 verður tá ikki sigldur, og byrjar Smyril at sigla aftur við fráferð av Krambatanga klokkan 18:45.

Strandferðslan kunnar nærri um hetta sunnudagin, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder