Innanlands

Video: Flogfar hjá Royal Air Force flýgur lágt yvir Føroyum

Eitt flogfar hjá bretska Royal Air Force hevur flogið lágt yvir Føroyum í dag. Talan er um eina venjing, sigur Uttanríkistænastan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-27 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Teitur Lassen)

Fleiri hava í dag undrast yvir eitt flogfar, sum hevur flogið lágt yvir Føroyum.

Talan er um eitt flogfar hjá Royal Air Force í Bretlandi, sum ger venjingar.

Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni, upplýsir, at flogfør hjá Royal Air Force javnan hava verið í Føroyum seinastu árini og gjørt venjingar við innflúgving og lendingum.

Og hesaferð vóru ørindini tey somu, sigur Gunnar Holm-Jacobsen.

Hann leggur afturat, at øll neyðug loyvi eru upp á pláss til hetta venjingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder