Innanlands

Uni Rasmussen leggur fíggjarlógina fram fyrrapartin

Fíggjarmálaráðharrin fer fyrrapartin at at leggja fíggjarlógaruppskot fyri 2023 fram

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-30 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 10:15 verður fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 lagt fram. Smæran í Havn verður karmur um framløguna hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen.

Hetta er fyrsta fíggjarlógin hjá Una Rasmussen, og eisini tann seinasta í hesum valskeiðinum. Val skal í seinasta lagi vera 31. august næsta ár.

Uni Rasmussen var tilnevndur til landsstýrismann í fíggjarmálum í februar í ár, tá Jørgen Niclasen legði frá sær aftaná rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder