
Brákomið viðlíkahaldsarbeiði á Smyrli hevur við sær, at Strandferðslan avlýsir tveir túrar í morgin fríggjadagin.
Tað eru túrarnir av Havnini klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 16, sum ikki verða sigldir.
Smyril kom annars aftur úr Danmark mánadagin, og varð settur í sigling beinanvegin. Strandfaraskipið hevur verið í dokk, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt.
Sostatt siglir Smyril einans tríggjar túrar fríggjadag. Av Krambatanga klokkan 7 og so aftur um kvøldið. Av Havnini klokkan 18:30, og av Krambatanga klokkan 21.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald