Innanlands

Máttu út at tryggja eina tekju

Nógvur vindur er í morgun, og hjá løgregluni hava tey fingið eina fráboðan um skaða

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-30 08:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógvur vindur kring landið í morgun, og um hálvgun sjey tíðina fekk løgreglan fráboðan um stormskaða í Eysturkommunu.

Hetta var ein tekja sum kundi fara at ríva. Tilbúgvingin varð boðsend at tryggja áðrenn nakað hendi, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

Sambært veðurstovunum verður nógvur vindur fyrrapartin og út á seinnapartin. Í kvøld makar hann vindin nakað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder