2022-09-30 13:11
Sands kommuna fekk í gjár fráboðan um at rotta var sædd á havnalagnum á Sandi. Hesum boðar Sands kommuna frá.
Øll tilbúgving varð beinanvegin sett í verk, og hetta var gjørt í samráð við Umhvørvisstovuna. Slíkar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara, sigur kommunan.
Sands kommuna heitir á fólk um at boða frá, gerast tey varug við rottu, ella spor eftir rottu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald