Innanlands

Føroyingar eiga ikki at velja til Fólkatingið allahalgannadag

Tað er fallið mongum fyri brósti, eisini mær, at valdagur skal verða dagin, har vit í Føroyum minnast tey sjólætnu, sigur Jørgen Niclasen

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-05 13:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, útskrivaði á middegi fólkatingsval at vera 1. november. Sostatt skulu føroyingar á val hendan dagin, sum annars er Allahalgannadagur.

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og sum eisini stillar upp til fólkatingið, heldur at myndugleikarnir áttu at flutt valdagin fyri Fólkatingsvalið í Føroyum.

- Tað er fallið mongum fyri brósti, eisini mær, at valdagur skal verða dagin, har vit í Føroyum minnast tey sjólætnu. Við virðing fyri øllum teimum sum hava mist, eigur valdagurin til Fólkatingsvalið at verða fluttur, skrivar Jørgen Niclasen í lesarabrævi á vp.fo.

Hann kundi verið dagin fyri ella dagin eftir allahalgannadag, skjýtur Jørgen Niclasen upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder