Innanlands

Fólkatingsvalið 2022: Kunning til valevni

Lýsingar og lesarabrøv á Portalinum og á lýsingaskíggjum. Møguleikarnir at koma fram eru nógvir

Lesarabrøv í fokus á einum serligum plássi á Portal-forsíðuni

Lesarabrøv í fokus á einum serligum plássi á Portal-forsíðuni

2022-10-07 10:00 Author image
Portal.fo
placeholder

Fólkatingsval verður tann 31. oktober í Føroyum, og tá skulu tvey føroysk umboð veljast. 

Veljarakanningarnar benda á eitt spennandi val og valstríðið er longu skotið í gongd.

Her á Portalinum eru nógvir møguleikar fyri at gerast sjónligur og røkka veljaranum.

Lýsingar á netinum

Øll skulu sleppa framat, og tí hava vit ymsar møguleikar at lýsa. Við lýsingaskipanini Vevlýsingar ber til hjá valevnunum og flokkunum sjálvi at avgreiða sínar lýsingar á høvuðssíðuni portal.fo, men eisini á hinum síðunum í Portal-universinum, dagur.fo, roysni.fo, fiskur.fo osv.

Lýsingaskíggjar

[object Object]Bøkjarabrekka, Tórshavn

[object Object]Mannbrekka, Hoyvík

Eisini ber til at lýsa á lýsingaskíggjum í Havnini, Klaksvík og í Runavík.

Í Mannbrekku í Hoyvík, í Bøkjarabrekku í miðbýnum í Havn, og hjá Berg Motors á Hálsi, har túsundtals bilar koyra framvið hvønn dag.

[object Object]Berg Motors, á Hálsi í Havn

Umframt nógvu møguleikarnir í Havn, er lýsingaskíggi á Fornagørðum miðskeiðis í Klaksvík og ein í miðbýnum í Runavík. Hesir lýsingaveggir koyra allir umvegis Vevlýsingar, og til ber at brúka somu lýsingar á netinum sum á lýsingaskíggjunum. Kostnaðurin er úr 25 krónum um tíman.

[object Object]Høvuðsvegurin í Runavík

[object Object]Á Fornagørðum, Klaksvík

Lesarabrøv

Á lesarin.fo verða øll lesarabrøv savnaði. Tað er ókeypis at fáa sítt lesarabræv á lesarin.fo, men møguleiki er eisini at sleppa gjøgnum tíðindastreymin á portal.fo.  

Kostnaðurin fyri hetta er 1500 krónur, og lesarabrævið verður tá eisini sett á serliga gott pláss á forsíðuni á Portalinum í tvey samdøgur.

Valevni leggja sjálvi síni lesarabrøv inn á lesarin.fo og rita inn umvegis brúkaraskipanina ID.fo, sum Knassar hava ment. Brúkari verður stovnaður umvegis títt telefonnummar, og hetta skal forða fyri, at huldufólk sleppa framat.

Vitja lesarin.fo her

Kom í gongd

Tú kanst longu nú fara inn á vevlysingar.fo og avgreiða tínar lýsingar. Vitja vevlysingar.fo her.

Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við okkara søluráðgeva. Saman finna vit útav hvat besta loysnin er til tín tørv og hóskandi prís.

Borgar Kristiansen
tlf. 23 66 01
[email protected]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder