Innanlands

Nomatek stóran vøkstur í bruttovinninginum

Felagið hevði 1,7 miliónir krónur í avlopi í fjør

2022-10-06 21:08 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Nomatek er ein føroysk fyritøka, sum projekterar og framleiðir útgerð í rustfríðum stáli til føroyska og útlendska marknaðin. 

Virksemið hjá Nomatekk byrjaði í 1979. Sìðani 1993 hevur fyritøkan hildið til Við Sandá 1 við Velbastaðvegin í Havn, har Nomatek hevur teknustøðu, goymslu og framleiðsluhøll.  

Í dag er Nomatek serliga kent fyri at menna og framleiða dygdargóða útgerð til alivinnuna og fiskivinnuna, umframt útgerð til vatnverk og svimjuhallir hjá kommunum. Harumframt veitir Nomatek eisini vørur og tænastur til byggivinnuna. 

Roknskapurin hjá Nomatek fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin er øktur úr 12,7 mió.kr. í 2020 til 15,6 mió.kr. í 2021, sum er ein vøkstur á 22,8 prosent.  

Samlaðu starvsfólkakostnaðir í 2021 vóru 12,4 mió.kr.. sum er 2,5 mió.kr. ella 25,1% meira enn í 2020. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 3,2 mió.kr. í 2021, sum er 14,3 prosent hægri enn í 2020. 

[object Object]

Nomatek hevði í 2021 eitt ársúrslit eftir skatt á 1,7 mió.kr., sammett við 1,4 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ársúrslitinum er 22,2 prosent. 

Fíggjarjavnin hjá Nomatek javnvigaði við árslok 2021 við 23,4 mió.kr. sammett við 19,7 mió.kr. í 2020. 

Støðisognir hjá Nomatek vóru 3,1 mió.kr. í 2021 samanborið við 2,9 mió.kr. í 2020.

Ognir í umferð øktust úr 16,8 mió.kr. í 2020 til 20,3 mió.kr. í 2021. Serliga stóra broytingin er áogn av sølu, sum øktist úr 10,1 mió.kr. í 2020 til 13,3 mió.kr. í 2021. Vørugoymslan var 7 mió.kr. í 2021 sammett við 6,3 mió.kr. í 2020. 

Eginpeningurin hjá Nomatek er øktur úr 6,1 mió.kr. í 2020 til 7,8 mió.kr. í 2021. Trygdarevnið hjá felagnum var í 2021 33,5 prosent sammett við 30,9 prosent í 2020. 

Langfreiðstaða skuldin hjá felagnum í 2021 var 2,3 mió.kr. er økt úr 0 mió.kr.í 2020 til 15,2 mió.kr. í 2021.   

Stuttfreiðstaða skuldin øktist í 2021 við 2,9 mió.kr. til 13,3 mió.kr

Stjóri í Nomatek P/F er Ragnar Magnussen. Nevndarformaður er Jákup Magnussen.  

Eigari av Nomatek P/F er felagið RMM Sp/f, har Ragnar Magnussen eisini er stjóri. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder