Innanlands

Føroyingar púra ósamdir við samgonguni

Greiður meiriluti ynskir ikki, at tunnilsgjøldini skulu avtakast. Næstan 7000 brúkarar hava atkvøtt, og 80 prosent halda ikki, at tunnilsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skulu avtakast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-07 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein greiður meiriluti, heili 80 prosent, heldur, at tað framvegis skal kosta at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tað vísir spurnarkanning á Portalinum, sum hevur staðið á Portalinum síðani klokkan 18 í gjárkvøldið.

Spurt var “Heldur tú, at tunnilsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skulu avtakast?”.

Næstan 7000 brúkarar hava givið sína meining til kennar.

17 prosent halda, at tuinnilsgjøldini skulu avtakast, meðan trý prosent siga seg ikki vita.


Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin segði annars við útvarpið í vikuni, at samferðslubólkurin í samgonguni var samdur um, at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar.

Øll í samgonguni eru tó ikki samd, tí partamaðurin, Heðin Zachariassen, gav í gjár sína meining til kennar, og segði við Dag og viku, at hann helt ikki at gjøldini skuldu avtakast.

Hann stúrir fyri, at løgtingið ikki fer at játta nóg nógvan pening til nøktandi viðlíkahald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder