Innanlands

Nýggjur hagtalsbanki við føroyskum valúrslitum

Nú er lættari at leita søgulig valúrslit fram

(Skíggjamynd: Valurslit.fo)

(Skíggjamynd: Valurslit.fo)

2022-10-10 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valúrslit er heitið á nýggjari heimasíðu sum inniheldur søgulig føroysk valúrslit.

Ætlanin við valbankanum er at savna so nógv hagtøl og politiskar upplýsingar annars, sum yvirhøvur tilber, siga stigtakararnir.

Í løtuni síggjast úrslit frá løgtingsvalum aftur til 1980. Fólkatingsvalini á heimasíðuni ganga heilt aftur til 1950.

Til ber eisini at velja ávís valevni og síggja nær tey stillaðu upp og hvussu nógvar atkvøður tey fingu.

Vitja valurslit.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder