Nýggj miðlastuðulsnevnd er sett fyri tíðarskeiði 1. oktober 2022 til og við 30. september 2025. Miðlastuðulsnevndin var millum annað eina hálva millión afturat at ráða yvir.
• Bjørk Maria Kunoy, forkvinna., cand.jur., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya – Dánjal Høgjaard, cand.jur., er varaformaður.
• John Johannesen, tíðindafólk, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk - Sigrún Brend, tíðindafólk, er varalimur.
• Hallbera West, ph.d., cand. scient pol., eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya – Martin N. Simonsen, cand.mag., er varalimur.
Á fundi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum mikudagin heilsaði landsstýrismaðurin upp á nevndina og greiddi frá arbeiðsuppgávunum. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út stuðulin á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2022 eru 2 mió. kr. settar av til ávikavist lønir og verkætlanir. Landsstýrismaðurin hevur í fíggjarlógaruppskotinum hækkað játtanina við 0,5 mió. kr. upp í 2,5 mió. kr. í 2023.
Nevndin fer alt fyri eitt at viðgera umsóknirnar um stuðul, sum komu inn til freistina 17. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald