Innanlands

Verður eitt søguligt valúrslit

Anna Falkenberg sær út til at fáa fleiri atkvøður enn abbin hevur fingið til fólkatingsval - sí myndirnar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-31 22:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast alt bendir á, at tað verður afturval til Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin til fólkatingið á valinum í kvøld, so er kortini talan um ein søguligt val.

Alt bendir á, at Sjúrður Skaale fær eitt sera gott val í ár. Áðrenn atkvøðurnar vórðu komnar inn úr Havn, hevði hann fingið knappar næstan 2.400 atkvøður, og tað er so gott sum vist, at hann fær fleiri enn tær 3.337 atkvøðurnar, sum hann fekk á seinasta valið.

Men tað mest óvæntaða er, at hitt umboðið verður ein ung kvinna, sum er heilt nýggj í politiskum samanhangi.

Anna Falkenberg, abbadóttir Edmunds Joensen, hevur fingið nógv flestu atkvøðurnar á Sambandslistanum – 1900 í løtuni – og hon hevur ligið millum toppskorarnar á sambandslistanum á øllum valstøðunum, og tí er tað onki at ivast í, at hon verður vald, um Sambandsflokkurin vær annað umboðið. Sum alt bendir á.

Alt bendir eisini á, at Anna Falkenberg fær fleiri atkvøður á valinum á ár, enn Edmund Joensen nakrntíð hevur fingið.

Verður Anna Falkenberg vald, verður tað aðru ferð, at ein kvinna verður vald á Fólkating. Fyrstu ferð var í 2001, tá Lisbeth L. Petersen, eisini á sambandslistanum, varð vald á fólkating.

Tað er neyvan heldur hent fyrr, at eitt nýtt og – stórt sæð ókent – valevni verður fær sessin í fyrstu royndini.

Anna Falkenberg, sum hevur drúgvar royndir í ungdómspolitikki. Men hon hevur eisini stillað upp til løgtingsval tvær ferðir. Seinast – í 2019 gjørdist hon nummar 16 á sambandslistanum við 167 atkvøðum. Í 2015 fekk hon 38 atkvøður og gjørdist nummar 22 á listanum.

Eitt annað rák er, at forfólkini fyri flokkarnar allir síggja út til at fáa eitt heilt vánaligt val hesaferð. Í løtuni er Christian Andreasen nummar 6 hjá Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen er nr. 5 hjá Sambandsflokkinum og Aksel V. Johannesen liggur á einum ikki heilt tryggum øðrum plássi á javnaðarlistanum. Høgni Hoydal liggur í løtuni ovast á tjóðveldislistanum í kapping við Bjørt Samuelsen.

(Greinin er dagførd í mun til fyrstu útgávu. Nú eru úrslitini í Runavík og Klaksvík tald við)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder