Innanlands

Klappjaktin verður í morgin

Árliga klappjaktin hjá trongisvingum verður í morgin árini. Heitt verður á fólk um at vera varin um tey umhugsa at fara í hagan í økinum

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2022-11-04 16:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin verður árliga klappjaktin hjá trongisvingum. Økið har hara verður skotin, er hagin á eystaru armi á Trongisvágsfirði, frá umleið Frostgjógv við Hvannhaga og allan vegin vestureftir. 

Tað sigur Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Heitt verður á fólk um at vera varin um tey umhugsa at fara í hagan í økinum og um so er, at lata seg í okkurt av tílíkum liti, ið sæst væl aftur í haganum. Haldið tykkum langt burtur frá veiðumonnunum, ið eru í eyðkendum appilsingulum húgvum.

Á klappjakt.com sæst meira um klappjaktina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder