Innanlands

Formaðurin í Huxa leggur frá sær

Formansskiftið í Fólkaflokkinum ávirkar nú eisini ungmannafelagið Huxa. Erling Mørkøre boðar frá, at hann leggur frá sær

Erling Mørkøre (Mynd: Sverri Egholm)

Erling Mørkøre (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-11 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Avgerðin hjá Christiani Andreasen um at fara frá sum formaður í Fólkaflokkinum fær nú eisini avleiðingar í ungmannafelagnum Huxa.

Formaðurin í Huxa seinasta hálvannað árið, Erling Mørkøre, boðar í dag frá, at hann hevur valt at leggja frá sær.

- Eg kundi hildið á sum formaður, men eg haldi tað vera skeivt, at flokkurin mátti fara so langt, at fyrrverandi formaðurin mátti leggja frá sær, tí hann vildi nútímansgera flokkin, skrivar Erling Mørkøre á Facebook.

Hann gleðist tó um, at tey sum verða vald inn fyri Fólkaflokkin, framyvir kunnu atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.

- Eg ynski flokkinum alt tað besta framyvir, skrivar Erling Mørkøre.

Floksleiðslan, sum eisini er umboðað av Huxa, valdi annars í gjár einmælt Beinir Johannesen sum nýggjan formann í Fólkaflokkinum.

Les eisini: - Hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta fram eftir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder