Innanlands

Annika Olsen á tjóðveldislistanum

Leysasøgur gingu í síðstu viku um hetta, men nú er greitt, at Annika Olsen stillar upp fyri Tjóðveldi í Suðurstreymi

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-14 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gingu leysasøgur um tað fríggjadagin, men í kvøld er tað alment. Annika Olsen stillar upp fyri Tjóðveldi.

Hetta skrivar Kringvarpið á heimasíðuni í kvøld.

Fyrrverandi tinglimurin hjá Fólkaflokkinum, landsstýriskvinnan og borgarstjórin í Havn stillar saman við trettan øðrum valevnum, sjey kvinnum og seks monnum í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Hósdagin í síðstu viku hevði Fólkaflokkurin floksleiðslufund, har avgjørt var, at Annika Olsen slapp at stilla upp fyri flokkin. Men tá tað kom til stykkis, var hon als ikki áhuga í hesum.

Annika Olsen boðaði fríggjakvøldið frá, at hon ikki ynskti at stilla upp fyri Fólkaflokkin.

- Eg havi ikki neyðuga uppbakningin ímillum ting- og landsstýrismanningina, sum reelt stýrir flokkinum, til at fremja tann politikkin, sum eg og onnur við mær hava ynskt fyri Føroyar, segði hon millum annað í fráboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder